Ítróttur

Endaðu við málleysum javnleiki

...

2014-09-29 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, ið seinastu dagarnar hevur luttikið í EM-undankapping í írlandi, endaðu við at spæla málleysan javnleik ímóti Gibraltar

- Eftir tvey tap ímóti Skotlandi og Írlandi, og síðani málleysan javnleik ímóti Gibraltar, má avrikið hjá U17-liðnum metast at vera eitt sindur skuffandi. Men eg eri væl nøgdur við innsatsin og hugburðin, sum okkara dreingir hava víst í kappingini, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen stendur á odda fyri føroyska U17-landsliðnum við dreingjum.


Undan dystinum ímóti Gibraltar høvdu føroysku venjararnir gjørt smávegis taktiskar broytingar á liðnum, í mun til tepra ósigurin fyri Írlandi.

Roknað varð við, at føroyska liðið fór at hava bóltin meira hesaferð, í mun til dystirnar ímóti skotum og írum, og soleiðis varð eisini. Men tað var eisini sjónligt, at okkara vóru ikki vanir við at vera spælstýrandi, og í avgerandi løtum væntaði seinasti neyvleikin og tolsemið hjá okkara ungu dreingjum. Serliga Jóhann Gaardbo og Teit Jacobsen vóru nær við, men bólturin vildi ikki í málið.

Og hóast gibraltesar vóru í verjustøðu meginpartin av dystinum, so megnaðu teir at spæla seg til tveir góðar málmøguleikar. Men føroyski málverjin, Silas Eyðsteinsson var vakin og bjargaði væl.

Oddadysturin í EM-udankappingarbólki 1 millum Skotland og Írland endaði eisini við javnleiki 0-0. Tað hevur við sæt, at skotar vunnu bólkin við 7 stigum og málmunin +8, meðan írar gjørdust nummar 2, eisini við 7 stigum, men við málmuninum +7. Føroyar og Gibraltar fingu 1 stig í part.

Føroyska liðið ímóti Gibraltar:
1. Silas Eyðsteinsson (GK), 2. Ari Olsen, 3. Fannhard Skoradal, 6. Svein K. Magnussen, 7. Adrian Justinussen (14. Jóhan Waag Høgnesen, 80. min.), 9. Teit Jacobsen (CAP), 10. Jákup B. Andreasen, 11. Janus Svabo Samuelsen, 13. David Muller (8. Petur Knudsen, 69. min.), 15. Hannes Agnarsson (16. Pætur Petersen, 62. min.) og 17. Jóhann Gaardbo.

??brúktir leikarar:
12. Bárður á Reynatrøð (GK), 4. Bjarni Petersen, 5. Mórits Heini Mortensen og 18. Eyðstein Zachariassen.

Venjarar:
Áki Johansen og Pól F. Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder