EM-flogbóltur: Seinasti dagurin ókeypis atgongd
Dagurin í dag verður avgerðandi fyri føroyska U 20 landsliðið.
EIn 3-1 ella 3-0 sigur á Luksemborg gevur 1. plássið, og tí hevur Flogbóltssamband Føroya avgjørt at tað í dag verður ókeypis atgongd til dystirnar.
Klokkan 14,00 spæla Ísland og Skotland. Vinnur Ísland, so hevur Føroyar í øllum førum tryggja sær 2. plássið, og so verður seinni dysturin avgerandi.
Skotland hevur í løtuni 2 stig, meðan Føroyar hevur 4 stig.
Fremst er Luxembourg við 6 stigum, meðan Ísland enn einki stig hevur fingið.
Føroyar og Luksemborg spæla klokkan 17,00 og dysturin kann síggjast her:https://www.youtube.com/watch?v=TlwvOuBUTLA
Dysturin millum Ísland og Skotland verður vístur her:https://www.youtube.com/watch?v=pBgaVP9NiBI
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald