2018-03-25 12:11
Tað gjørdist ein sannur gysari í 5. settið millum Føroyar og Skotland. Liðini fylgdust javnt upp eftir, men tá liðini skiftu síðu, kom Føroyar fram um við tveimum stigum, og var í einum góðum stima.
Men við støðuna 11-9 til Føroyar kom ein skoti yvirum miðlinjuna, og Hákun Heinason Weihe var so óheppin, at hann traðkaði niður á fótin á skotanum og meiddi sær fótin og mátti av vøllinum.
Hetta ávirkaði spælið, og skotar nærkaðust, men javnt leikaði á. Settið endaði 15-13 til skotar, sum harvið vunnu dystin 3-2.
Eitt gott avrik av føroyska liðnum, sum í morgin skal spæla ímóti Luxemborg klokkan 17,00, meðan Skotland skal spæla ímóti Íslandi klokkan 14,00.
Fysta settið endaði: 25-19
Næsta settið endaði: 21-25
Triðja settið endaði: 25-20
Fjórða settið endaði: 21-25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald