2018-03-27 08:30
EM-flogbóltur: Dávið Hentze millum teir bestu
Eftir endahátíðina sunnudagin í Høllini á Hálsi, var avdúkað hvørjir leikarar vóru valdir til teir bestu á teimum ymisku leikaraplássunum.
Tað vóru venjararnir hjá liðunum, sum valdu hesar leikararnar, og millum teir bestu var føroyski leikarin Dávið Hentze.
Hann var valdur sum besti áleypari , og hetta varð ein sera stórur heiður.
Harumframt varð hann valdur sum besti ???local player???. So samanumtikið ein sera góð kapping hjá Dávið.
Teir sum vóru valdir vóru hesir:
Besti hevari: | Simao Novais, Luxembourg |
Best diagonalur: | Eric Weber, Luxembourg |
Besti miðbolkkur: | Atli Fannar Petursson, Island |
Besti áleypari: | Dávið Hentze, Faroe Islands |
Besti libero: | Samuel Novais, Luxembourg |
Besti føroyski leikari: | Dávið Hentze, Faroe Islands |
Mest virðismikli leikarin: | Samuel Novais, Luxembourg |
Eisini dómararnir vóru heiðraðir eftir kappingina fyri gott arbeiði og fingu handað føroyskt páskaregg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald