Ein bólkur við embætisfólkum úr Føroyum, Danmark og Grønlandi skal greina og viðgera fyrimunirnar og vansarnar við at vera partur av felags evropeisku bankasamgonguni.
Tað er ein av niðurstøðunum á ríkisfundinum fyrrapartin millum løgmann, danska forsætisráðharran og grønlendska landsstýrisformannin.
Gerst Danmark partur av felags evropeisku bankasamgonguni, er tað týdningarmikið fyri bæði Føroyar og Grønland at finna eina loysn í sambandi við eftirlitið av føroyskum og grønlendskum bankunum.
Tí verður ein bólkur við umboðum fyri øll trý londini settur at greina hesi viðurskifti.
-Ríkisfelagsskapurin er í sunnari legu. Vit høvdu ein góðan og gevandi fund. Fleiri ítøkilig mál eru sett á skrá. Umframt at greina evropeisku bankasamgonguna, verður miðvíst virkað fyri, at føroyskar fyritøkur fáa lut í donskum vinnuframaskipanum. Eisini verður arbeitt við at beina burtur marknaforðingar millum londini í ríkisfelagsskapinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Stjórnarleiðararnir í teimum trimum londunum fegnast um, at ein loysn er funnin á bæði silda- og makrelmálinum.
- Danmark hevur verið ímóti handilsbanninum hjá ES. Vit royndu stútt og støðugt at fáa ES og Føroyar at finna eina loysn. Tað eru góð tíðindi fyri ríkisfelagsskapin, at tað nú eydnaðist at finna eina semju, sigur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri Danmarkar.
Helle Thorning-Schmidt og Aleqa Hammond fara av landinum seinnapartin.
Kringvarp Føroya sendi frá tíðindafundinum eftir ríkisfundin.
Hann kann síggjasther
Mynd: Jens Kristian Vang/Portalurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald