Ítróttur

EM: Ísland vann á Makadonia

...

2014-01-20 22:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Makadonia og Ísland vistu krøvuni áðrenn dagsins dyst, vinn ella forsvinn

Bæði liðini vóru tvungin at vinna - fyri at halda lív í semifinaluplássinum, og tað sást aftur á vøllinum.

Íslendingar, sum møta Danmark í tí síðsta millumrundu-dystinum, startaðu ikki væl og sóu út til at vera uttan rytmu. Lazarov, sum er tann heilt stóri spælarin hjá Makedonia, gjørdi at teir koma á odda 4-0, men íslendingar arbeidu seg inn aftur í dystin.

Málmaðurin Gestavson, helt makedonsku skjúttinum frá málinum, og tá so margninalarnir fullu til Ísland, sum man sá tíðuliga tá ið 3 sekund vóru eftir av fyrra hálvleiki.Ísland var í álopi, men við einum manni royndu teir seg við skoti, sum rakti stongina, men bólturin fór í gólvi og í íslenskar hendur til hálvleikstøðuna 11-14. 

Makadonia gav ikki upp, teir byrjaðu seinna  hálvleik, sum teir byrjaðu dystin, teir komu uppá javnleik 14.14. Liðini fylgdust til 18-18, tá Ísland tók yvir og runnu undan Makadonia. Tað helt sær til endan av dystinum, tá Makadonia beyt seg inn aftur í dystin, tá ið 30 sekund vóru eftir og við einum manni í undurtal, setti Lazarov bóltin í neti til 27-28, Makedonia satsaði alt tey seinastu sekunduni, men Ísland helt høvdi kalt og vann dystin 27-29.

Les eisini: Yvir tvær millónir sóu Danmark vinna á Spania.

Kelda sporten.dk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder