Her er sjálvandi talan um ein sera høgan aldur. Men í dag fer hann um ein heilt annan varða á vegnum:
Dagurin í dag er samstundis dagurin, tá hann gerst elsti føroyingur, ið nakrantíð hevur livað.
Gamla metið, um ein kann siga tað so, átti gjáarkvinnan, Fredrikka á Fløtti.
Hon varð borin í heim 2. juli í 1875, og andaðist 23. november í 1980. Hon gjørdist sostatt 105 ára gomul, og livdi í 38.495 dagar.
Theodor, ið fór um tey 105 árini 28. oktober í fjør, hevur í dag ??? 21. mars 2014 - livað í eins nógvar dagar og Fredrikka, nevniliga í 38.495 dagar.
FORN??JAÐUR
Fyri 26 árum síðani misti Theodor konuna. Tey fingu 10 børn, fimm dreingir og fimm gentur. Theodor búði annars einsamallur til hann fylti 100 ár.
Tá hann í fjør fylti 105 ár skrivaði Portalurin soleiðis um orsøkina til, at hann hevði rokkið einum so høgum aldri:
- Eg veit ikki. Tá man er frískur og hevur tað gott, - og ja, er fornøjaður, tað ger í øllum førum gott.
Og so legði Theodor, við vísdómi aftrat:
- Tá mann befinnir seg gott og sær ljóst uppá tað heila, so kann man røkka so høgum aldri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald