Vinna

Elorkan var 51 prosent grøn í 2014

...

2015-01-07 00:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Grøna orkan yvirhálaði oljuna í fjør, tá SEV framleiddi 51 prosent av elorkuni úr vatni og vindi, samstundis sum elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð. Framleiðslan úr olju minkaði 16,5 prosent


SEV liggur trygt á grønu kósini, samstundis sum elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð. Tað er niðurstøðan, nú SEV hevur gjørt upp framleiðslutølini fyri 2014.

51 prosent av elframleiðsluni stavaðu frá varandi orkukeldunum ??? vatni og vindi ???

og 49 prosent komu frá oljuriknu verkunum. Harvið er elframleiðslan úr varandi orkukeldum fyri fyrstu ferð síðani miðskeiðis í sjeytiárunum farin upp um elframleiðsluna úr olju, tá talan er um framleiðsluna eftir einum ári.

Vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga síggjast nú av álvara í tølunum. Framleiðslan úr vindorku øktist 58 prosent sammett við 2013, og elframleiðslan úr vatnorku hækkaði 34 prosent í 2014 sammett við árið fyri. ??tbyggingar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin oman fyri Norðskála og suður ímóti Selatrað eru høvuðsorsøkin til øktu framleiðsluna úr vatnorku. Framleiðslan á oljuriknu verkunum lækkaði 16,5 prosent.

Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í 2014, tá ið framleiðslan fyri fyrstu ferð fór upp um 300 Gigawatt-tímar. SEV framleiddi 306 Gigawatt-tímar í 2014, og tað er 4,6 prosent meira enn í 2013, tá ið elframleiðslan tilsamans var 292,5 Gigawatt-tímar.

Til samanberingar kann nevnast, at 39 prosent av elorkuni í Danmark stavaðu frá vindi í 2014, sum er mest týðandi varandi orkukeldan innan elframleiðslu. Tað skrivar heimasíðan hjá DR sambært energinet.dk.

SEV hevur sett sær sum mál, at í øllum førum 60 prosent av árligu framleiðsluni komandi árini skulu stava frá vatni og vindi, og at elorkan verður 100 prosent grøn í 2030.

Sí á myndini niðanfyri støðuna kl. 1836.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder