FSF: Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Eli Hentze. Og hann væntar, at eftir komandi dystir, hevur KÍ økt um leiðsluna í Betri Deildini hjá monnum. Í varpinum hesaferð eru eisini øll málini í 5. umfari, sum varð spælt hóskvøldið.
Sunnudagin 15. apríl klokkan 15:00 verður 6. umfar í Betri Deildini hjá monnum spælt. Dystirnir eru NSÍ ??? HB, 07 Vestur ??? B36, EB/Streymur ??? Víkingur, Skála ??? KÍ og TB/FCS/Royn ??? AB.
At umrøða dystirnar í FSF Varpinum hesaferð er komin U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze. Hann væntar tveir heimasigrar, tveir útisigrar og ein javnleik. Og hann roknar eisini við, at tá 6. umfar er fari afturum, hevur KÍ økt um leiðsluna í fremstu deildini hjá monnum.
Í sjónmiðlinum niðanfyri ber til at síggja seinasta FSF Varpið, sum eisini vísir øll málini í 5. umfari í Betri Deildini menn, sum bleiv spælt hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald