JN

Eldurin umborð á Godafoss sløktur

...

2013-11-11 14:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SKIPAFERÐSLA: Tíðliga í morgun ??? klokkan 04:25 - fekk MRCC í Føroyum boð um, at eldur var í íslendska bingjuskipinum Godafoss.


Skipið var tá statt 75 fjórðingar vestanfyri Mykines (sí kort), og var ávegis til Íslands.

Sagt varð tá, at eldur var í skorsteininum og roynt varð at sløkkja eldin.

Og fyri 15 minuttum síðani fekk MRCC boð frá skipinum um, at tað hevði eydnast manningini at sløkkja eldin.

Sagt verður, at líkindini ikki eru av teimum bestu, men hóast hesar umstøður er eldurin altso sløktur.

- Manningin gongur nú runt skipið og kannar um neyðugt er við framhaldandi niðurkøling á staðnum, verður upplýst úr MRCC.


KLÁR AT HJÁLPA
Av MRCC-støðini fær Portalurin upplýst, at eitt annað íslendskt farmaskip, Arnafell er statt beint við Godafoss.

Íslendski bjargingarflúgvarin er farin úr Íslandi, og sveimar yvir økinum, har Godafoss liggur við fyri eyga at fáa eitt yvirlit yvirstøðuna.

Sagt verður, at bæði Brimil og Tjaldrið eru á veg, og roknað verður við, at Brimil verður á staðnum einaferð eftir klokkan 13 og Tjaldrið nakað seinni.

Tann føroyska tyrlan er klár at fara og tvær íslendskar tyrlur standa klárar í Hornafirði, um neyðugt skuldi verið fyri eyka hjálp.

Upplýst verður, at 13 mans eru við Godafossi og trý ferðafólk.

Godafoss var ávegis av europeiska meginlandinum til Íslands, men skuldi eisini í føroyska havn á leiðini hagar.

Kelda: portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder