JN

Eldur var í einari ruskspann á Bryggjubakka

...

2016-05-31 18:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um 17 tíðina í dag var sløkkiðið og løgreglan send oman á Bryggjubakka í Havn, tí eldur var komin í eina ruskspann. Tað var í hølinum hjá Granskingarráðnum og Nora, tað skrivar portal.fo.

Handverkarar arbeiða í løtuni í hølunum, og sum skilst var eldur komin í glasull, sum lá í einari ruskspann.

Bæði sløkkiliðið og løgreglan vóru skjót á staðnum og fingu tveitt ruskspannina útum, og tamarhald varð fingið á støðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder