2021-03-31 06:03
Tað var í gjárkvøldi ??? kl. 21:45 fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan frá Baki, ið var áveg til fiskiskap saman við Stelki, at eldur var í maskinrúminum.
Teir vóru tá komnir stutt eystur um Eystnes. Teir fingu ikki sløkt í fyrstu atløgu, so teir skalkaðu maskinrúmið og sløktu motorin. Tjaldrið setti kós móti Baki, tí støðan var at byrja við ótrygg.
Kl. 20:54 boðar Bakur frá at eldurin er sløktur. Tjaldrið varð liggjandi hjá Baki, til teir høvdu kannað maskinrúmið nærri, tí møguliga bar ikki til at seta ígongd aftur.
Kl. 22:40 boðar Bakur frá at teir hava fingið ígongd aftur, og har spældi, hóast alt, betri av enn vænta, og at teir nú halda leiðina fram til fiskiskap, verður sagt av MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald