2015-01-06 14:55
Seinnt í gjárkvøldið fekk MRCC boð um, at eldur var kyknaður í maskinrúminum á russiska svartkjaftaskipinum North Ocean, sum var staddur á uml. 60N og 7V í føroyskum sjógvi.
Tetis og Brimil vórðu send avstað beinanvegin og komu fram til skipið tíðliga í morgun. Hvussu støðan er júst nú, vita vit ikki,
Tað eru nógv skip á leiðini har North Ocean er staddur, har eru bæði føroysk, russisk og íslendsk skip.
32 mans eru við North Ocean, beint nú kl. 9.00 varð boðað frá, at Brimil hevði tikið 20 mans av skipinum, sostatt eru 12 av manningini enn umborð.
North Ocean er kendur um okkara leiðir, teir hava fiskað við Føroyar í fleiri ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald