2013-10-30 21:12
Seinnapartin í dag kyknaði eldur umborð á farmaskipinum Fernando, sum er statt suður úr Vestmannaoyggjunum. Eldurin kyknaði í maskinrúminum.
Tað eru 11 mans umborð á skipinum, ein bjargingartyrla úr Vestmannaoyggjunum skal taka mennirnar av skipinum, skrivar mbl.is og eyðafrettir.is.
Fernando fór í gjár framvið Føroyum og var ávegis til Reykjavíkar.
Kl. 15,25.: Tyrlan hevur tikið allar mennirnar av farmaskipinum.
Búið að ná áhöfninni í þyrlu
Myndirnar eru frá Eyðafrettir.is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald