
Seint í gjárskvøldið fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein stórur glasfiburbátur boðaði frá at eldur var umborð.
Tað kom nógvur roykur upp úr maskinrúminum í glasfiburbátinum, sum var farin til útróðrar, og tað var klokkan 21:49 at hann boðaði frá at eldur var kom í. ??tróðrarbáturin var tá staddur 4-5 fjórðingar eystur úr Sandoynni. Brunnbáturin hjá Bakkafrost og Brimil vóru tá staddur nærhendis, og blivu teir boðsendir beinavegin. Víkingur var 2-3 fjórðingar eystur úr Sandoynni, og Brimil var eystanfyri Nólsoynna.
Ein maður var í bátinum, og klokkan 22:11 hevði hann fingið kontrol á støðuni, verður sagt av MRCC støðuni í morgun við jn.fo.
Brimil byrjaði at sleipa útróðrarbátin til lands klokkan 22:40, og vóru teir á Runavík við honum klokkan 2 í nátt.
Sambært MRCC var tað ikki stórur eldur í bátinum, men sera nógvur roykur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald