2021-09-07 16:35
Austfrett.is skrivar at Sløkkiliðið á Seyðisfirði varð boðsent um 3-tíðina í dag, tá ið tað kom eldur í ein hjálpimotor umborð á Norrønu, sum lá við molan á Seyðisfirði, men eldurin varð skjótt sløktur av manningini (JN.fo)
Sløkkiliðið á Seyðisfirði var skjótt á staðnum og eisini varð sent boð eftir sløkkiliðnum av Egilstøðum.
Sambært løgregluni á Seyðisfirði, so verður nú kannað, hvussu stóran skaða eldurin hevur gjørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald