Vinna

Eivind, Kambur og Klakkur farnir á Flemmish Cap

...

2015-01-05 04:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Línuskipini Eivind, Kambur og Klakkur eru nú á veg til Flemmish Cap.

Eivind hevur riggað til á Miðvági, teir loystu seint í kvøld, tað eru 17 mans við Eivindi.

Klakkur loysti eisini í kvøld, teir vóru á Klaksvík.

Kambur riggaði til í Runavík, teir loystu eisini í kvøld, við Kambi eeru 16 mans.

Roknast kann við, at tað tekur eini 7-8 døgn, at koma á fiskileið við Flemmish Cap.

Bæði Eivind og Klakkur frysta fiskin umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder