2015-04-15 22:27
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Línuskipið Eivind landaði í gjár 100.000 pund av frystum fiski í Miðvági.
Eivind hevur havt langan túr, teir fóru avstað 20. mars og byrjaðu í altjóða sjógvi sunnanfyri. men har kom einki burturúr, seinni komu teir í føroyskan sjógv at royna - síðan tá hava teir roynt vestanfyri.
Nú verður riggað til at fara til Íslands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald