Vinna

Eivind kemur í komandi viku

...

2014-02-21 17:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Línuskipið Brimøy úr Noreg, ið er keypt til Sandavágs verður vænanti í Føroyum í komandi viku.

- Eivind verður vónandi í Føroyum næsta leygardag, Vesnus fer yvir til Noregs sunnudagin ella mánadagin.

Hetta sigur Hálvdan Gudmundsen í samrøðu við Skipsportalin.
Brimøy, ið fær navnið Eivind, verður heimahoyrandi í Sandavági og skipið kostar uml. 23 mio kr tilsamans tá ið tað er klárt at fara til fiskiskap.

Eivind er frystulínuskip, og kann frysta uml. 46.000 pund um døgni.
Venus, sum skal til Noregs skal brúkast til ísfiskaveiðu, upplýsir Hálvdan Gudmundsen reiðarið.

Eivind, Klakkur og Kambur eru allir bygdir á somu skipasmiðju, men Kambur er minstur av teimum trimum. Tann størsti er Klakkur, ið eisini er longdur eftir at hann varð bygdur.

Skipsportalurin spurdi Hálvdan Gudmundsen, hvat hann ætlar at gera við Havbúgvan, og her svarar reiðarin, at Havbúgvin framvegis verður í vinnu.

Kelda: skipini.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder