2015-07-19 14:32

Línuskipið Eivind kom á Kollafjørð í morgun við 185 tonsum, sum teir hava fiskað við Ísland, meginparturin er longa, toskur og kongafiskur.
Eivind hevur fiskað í 4 vikur, teir hava roynt útfyri Eysturlandinum, har hava eisini onnur føroysk skip verið.
Eivind skal landa í Kollafirði í morgin. Teir far helst ikki nýggjan túr fyrrenn eftir ólavsøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald