2021-02-24 18:49
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Frystilínuskipið Eivind siglir heim undan Íslandi við góðum 200 tonsum av frystum fiski. Teir hava roynt útfyri Vesturlandinum, har hini føroysku línuskipini eisini royna.
Jan Vang skipari sigur, at gott helvtin er toskur og síðan hýsa og eitt sindur av brosmu og longu.
Eivind skal landa í Kollafirði fríggjamorgunin, teir fóru úr Føroyum 18. januar.
Tað eru 15 mans við Eivind hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald