JN

Eitt sunt likam er ikki nógmikið - verulig heilsa dregur sál uppí

...

2016-10-10 06:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hugleiðing, um sálarheilsu, í samband við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktobur 2016

Eitt sunt likam er ikki nógmikið - verulig heilsa dregur sál uppí..
Uttan likam, hvat er tá sinn? Uttan sinn, hvat er tá likam?

Eg havi leingi hugsað um, hvat sálarheilsa ber í sær. Í hvussu stóran mun sálarheilsa verður drigin inní føroyska samfelagið. Hvussu nógv verður gjørt fyri, at føroyskir borgarar varðveita eina góða og sunna heilsu og fyribyrgja sálarligum lýðingum.

Tað kann tosast nógv um psykiatriina. Men hesa ferð snúgva mínir tankar seg mest um tað, sum kann fara fram, áðrenn man kemur so langt sum inná psykiatri.

Vit eru øll bert menniskju. Livandi verur, sum hvør í sær, leggja okkara putlispæl, prikk fyri prikk. Hjá summum fellur tað lætt at fáa prikkarnar at hanga saman - og tað kennist lætt at síggja heildarmyndina, hóast allir prikkarnir enn ikki eru lagdir.
Hjá øðrum fellur tað sera drúgt og kostar nógv stríð og strev at fáa putlispælið at hanga saman.

Fyrsti prikkurin verður lagdur, tá tú verður føddur inn í hesa verð, og í barnaárinum savna foreldur, familja, ella onnur avvarðandi tínar prikkar fyri teg. Men tá tú gerst nóg vaksin, er tað tín uppgáva at savna tær fleiri prikkar, fyri at fylla ymisk hol í putlispælinum út. Eisini gerst tað tín ábyrgd at fanga heildarmyndina í spælinum, so tú kann víðka tína leitan eftir nýggjum prikkum.

Hjá summum fellur hetta sum ein tung uppgáva. Putlispælið gerst av ymiskum orsøkum holut og torført at fáa yvirlit yvir. Hvussu tú so roynir at venda og dreyga hesum slitnu prikkum, sýnist einki at bera til.
Hvat gert tú so? Hvussu fært tú yvirlit yvir aftur, og hvussu fært tú fylt tómu holini?

Tað er her, at vit, sum samfelag, skulu duga at veita eina hjálpandi hond. Tá putlispælið gerst tungt og holini eru ov nógv í tali, skal verða lætt og skjótt til góða, upplýsandi, og fyribyrgjandi hjálp.
Jú skjótari tú fært hjálp at fylla holini út - jú skjótari tú fært yvirlit yvir heildarmyndina aftur - tess skjótari kanst tú víðka tína leitan eftir nýggjum prikkum.

4 eygu, síggja betri enn 2.
4 oyru, hoyra betri enn 2.
2 munnar, loysa meira saman, enn 1.

Eg haldi, at føroyska samfelagið skuldi raðfest sálarheilsu nógvar ferðir hægri.
Vit vita øll um skilið á Psykiatriska deplinum, at tað uppá 7 mánaðar í ár, eru yvir 50% fleiri innleggingar enn í øllum 2015 tilsamans.
Hvussu kemur tað so langt? Hví veksur talið so nógv?

Av onkrari orsøk er putlispælið hjá nøkrum føroyingum blivið skrætt undan teimum, hettar tíðarskeiðið.

Tað kann hugsast, at hjálpin sum er at heinta, áðrenn tað fer so langt sum til eina innleggjan, ikki er nøktandi. Tað er bæði á tí ambulanta økinum í psykiatriini, men ikki minst eisini í føroyska samfelagnum sum heild.

Vit kunnu ikki blíva við bert at vóna og vænta, at støðan fer at batna. Vit eru í ferð við at fáa ein stóran samfelagstrupulleika um hettar verður gongdin - og tað er lítið og aldeilis einki virðiligt fyri fólk, ið stríðist fyri lívinum, orsakað av teirra egna sinni.

Hóast psykiatriska økið er raðfest hægri seinastu árini, hava vit tíverri sera nógv at innheinta - og tað sæst aftur nú. Peningurin, ið hvørt ár verður játtaður til økið, merkist ikki aftur, har hann skal gera mun. Peningurin verður játtaður av ovasta myndugleika, men nær ongantíð teim menniskjum, ið hava tørv á honum. Hesi menniskju merkja ikki ágóðan.

Vit áttu at hugt eitt sindur burtur frá sjálvari psykiatriini og ístaðin sett fokus á tað, ið gerast kann, áðrenn tað nær so langt, sum at noyðast undir útgreinging. Hvat kundu vit gjørt? Hvat kundu vit gjørt fyri at lofta føroysku børnunum, ungdóminum, teim vaksnu og teim gomlu, áðrenn tey gerast so sjúk at innleggjan er einasta loysnin?

Tá eg hyggi í føroysku bløðini, tá eg ferðist á sosialu miðlunum og tá eg síggi føroyskar lýsingar, verið eg bombarderað við ráðum um, hvussu eg haldi mín kropp sunnan. Eta grønt, renna, venja, svimja - men, hvat við nøkrum so natúrligum sum kenslum?
At gráta, flenna, rópa, tiga, smílast, vera keddur, illur, flóvur, smæðin, ørkymlaður, bangin, ósikkur? Eg hvørki hoyri ella lesi serliga nógv um tað!

Um føroyingar vilja hava hjálp til at leggja av at roykja, kann man, sambært fólkaheilsuráðnum, ókeypis skriva "gevst" til 1919, og tú fært vegleiðing og uppmuntrandi sms-boð, sum hjálpa tær at leggja av.
Hettar er eitt sera gott átak, tí ivast eingin í!
MEN!!
Um tú gerst tungur í huga, stríðist fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, um alt kennist svárt og óendaligt - so er tað brádliga ikki so einfalt at heinta hjálp...
Vit vita øll hvat skal til, fyri at fyribyrgja ymsum somatiskum sjúkum - men vit vita ikki líka væl, hvussu vit fyribyrgja sálarligum lýðingum, tí hettar verður ikki raðfest líka høgt sum tann kropsligi parturin.

So kann eitt brokkoli vera eitt brokkoli!!!
Heilsa = brokkoli + sunn sál.
Annars gongur roknistykkið ikki upp, og heilsa er ikki góð heilsa longur!

Ongin av okkum er tryggjaður at sleppa undan sálarligum lýðingum. Tað kann raka okkum øll. Eg bleiv rakt - og eg fari ikki at halda mær aftur við at tosa opið um tað, tí hví skuldi eg?

Vit hava øll kenslur og tankar, kom og tosið meira um nakað so menniskjaligt sum tað!
Sálarheilsa eigur ikki at verða knýtt afturat fordómum - vit eiga at tosa um hesi viðurskifti bæði í barnagørðum, fólkaskúlum, miðnámsskúlum, arbeiðsplássum og miðlunum - sum ein nátúrligur partur av gerandisdegnum - sum ein náttúrligur partur av lívinum!

Tað kann ikki vera rætt at man í 2016, verður møttur við fordómum, við at tosa opið um hvussu sín sinnistøda er.

Kom og standi saman um at tosa tøgnina í hel og kasta fordómar og tabu langt út á havið kring okkum.
Kom og ver við til at gera okkara land til eitt heilsugott land - har sálarheilsan er ein sjálvsagdur partur.

Tað er ikki fyrrenn vit standa fram og byrja at tosa, at nakað verður broytt!

- Anna Nolsøe Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder