Mentamálaráðið átti at setta eitt ávíst krónutal av í ávíst áramál til ein málrættaðan innsats fyri at minka um orðblindni og lesitrupulleikar. Á sama hátt sum serflokkarnir, ið eru skipaðar á ymsum skúlum fyri børn við autismu og við ADHD, átti eisini eitt veruligt skúlatilboð at verið til lesiveikar og orðblindar næmingar.
Íalt ganga 6.846 næmingar í fólkaskúlunum kring landið skúlaárið 2014/15. Mett verður, at eini 500 av hesum eru beinleiðis orðblind. Tvs uml 7% av øllum næmingum. Ein onnur meting sigur, at um vit rokna øll tey við, ið hava lesitrupulleikar, er samlaða talið fyri bólkin lesiveik/orðblind, eini 1000-1300, ella uml. 15-20% av øllum næmingum. Men talið er rættiliga óvist, tí ongin verulig kanning er gjørd, so vónandi eru metingarnar ov høgar.
Í grannalondunum verður vanliga sagt, at eini 10% av øllum fólkum hava trupulleikar við at lesa og skriva. Um okkara tøl líkjast teimum útlendsku (og tað gera tey helst), merkir tað, at uml. tíggjundi hvør næmingur fer hvørt ár úr 9. flokki í fólkaskúlanum við vánaligum lesi- og skriviførleika.
Aftanfyri hesi turru tøl fjala seg eins nógvar meir og minni ólukkuligar lagnur. Um ósigrar og um at kenna seg býttan og misskiltan. Summi treiskast og fáa ein stálsettan vilja til at vísa umheiminum, at tey eisini duga. Onnur geva upp og trúgva til síðst sjálv uppá, at tey helst munnu vera eitt sindur býttari enn øll hini. Og niðurløgini verða ofta fastir fylgisveinar gjøgnum lívið.
Í vónini um at fáa nøktandi lesiførleikar fara nógvir av hesum næmingum til Danmarkar á eftirskúlar, sum hava servitan um lesitrupulleikar. Tað er so púra sjálvsagt, at hesir næmingar heldur áttu at fingið eitt líknandi tilboð í Føroyum. Einasta tilboð av hesum slag í Føroyum er Skúlin við Áir, men har er umsøkjaratalið tíverri munandi størri enn upptøkutalið, umframt at umsøkjarin skal vera fyltur 18 ár.
Orðblindni og intelligensur hava onki við hvørt annað at gera og tí er tað av alstórum týdningi, at næmingar við orðblindni verða møttir rætt og fáa mest møguligt burturúr frálæru fólkaskúlans. Trupulleikin hevur verið nógv viðgjørdur seinastu árini, hugburðurin broytist spakuliga, vitanin veksur og nógv átøk eru sett í verk, sum gera, at tað gongur rætta vegin. Somuleiðis er orðingin í fólkaskúlalógini greið, men tíverri er langt eftir á mál.
Mentamálaráðið átti at setta eitt ávíst krónutal av í ávíst áramál til ein málrættaðan innsats at at minka um orðblindni og lesitrupulleikar. Her eru nøkur tiltøk, ið áttu at verið partur av slíkum átaki:
1. Fyrst eigur eina gjølla og faklig kanning at verða gjørd, sum staðfestir hvussu stórur trupulleikin er, so vit vita hvussu innsatsurin skal skipast.
2. Myndugleikarnir eiga at mæla øllum dagstovnum til at brúka tilfarið TRAS.
3. Tað er avgerandi, at børn verða kannað tíðliga fyri orðblindni. Tilfar skal mennast, so tað er møguligt at screena næmingar, áðrenn tey eru 14 ár, sum støðan er nú. Slíkt tilfar hevði avdúkað, hvørjir næmingar eru í vanda fyri at gerast orðblindir. Skjót hjálp er dupult hjálp.
4. Tá ið ein næmingur er staðfestur at vera orðblindur ella lesiveikur, eiga tað at útloysa tímar av sær sjálvum til hjálp (frá orðblindalærarum og/ella frá Sernámi).
5. Sernám má fáa hægri játtan, so tey fáa givið tað hjálp, ið so stórur tørvur er á. Sernám er tann almenni stovnurin, ið hevur fremsta fakkunnleikan á sernámsøkinum og eigur at vera brúktur sum so. Privati felagsskapurin Felagið Lesi- og skriviveik fær pengar á fíggjarlógini og ger eitt stórt og munagott arbeiði fyri tey orðblindu. Men krøv eiga at vera sett øllum privatum felagsskapum, ið fáa almenna játtan, m.a faklig krøv og í hesum føri eisini krøv um samstarv við Sernám. Hetta fyri at tryggja eitt yvirskipað fakligt støði, at mest fæst burturúr øllum góðum kreftum og tryggja tættari samstarv og synergi.
6. Sernám eigur ikki bæði at skulu tilmæla sernámsfrøðiligar tímar og játta somu tímar. Tað setir stovnin í eina tvístøðu, sum td var so eyðsýnd í døminum, har 1. floks næmingur varð greinaður at hava tørv á fullum stuðli (22t/viku), meðan Sernám bert játtaði 10 tímar til allan skúlan hjá dreinginum. Her eigur skilnaður at vera settur í, so annar myndugleiki játtar sernámstímarnar.
7. Faklig krøv eiga at verða sett til tey, ið greina/testa og undirvísa orðblindum/lesiveikum.
8. Tímar skulu játtast til orðblindalærarar í førleikastovunum kring landið til undirvísing, ráðgeving og vegleiðing.
9. Frálæra í at undirvísa orðblindum eigur at vera partur av læraraútbúgvingini.
Harumframt eru fleiri onnur átøk neyðug, sum td. at taka atlit til tey orðblindu ísv próvtøkur, at fáa praktisk viðurskifti at rigga betri - sum td. Orðabankan, atgongd til ljóðbøkur osfr osfr.
Í stuttum ber til at siga, at enn mangla bæði amboð at staðfesta orðblindni við og verulig undirvísingartilboð, har undirvísingin verður løgd til rættis við atliti til teir serligu avbjóðingar ein orðblindur hevur.
Tí er eitt veruligt skúlatilboð inni á skúlunum tað sum orðblindalærar og avvarðandi meta hevði gjørt størstan mun fyri tey orðblindu og lesiveiku. Á sama hátt sum serflokkarnir, ið eru skipaðar á ymsum skúlum fyri børn við autismu og við ADHD, átti eisini serstovur og eitt málrættað tilboð at verið til lesiveikar og orðblindar næmingar. Hetta eigur sjálvsagt at hugsast inn, tá ið nýggir skúlar verða bygdir, sum t.d komandi nýggi Vesturskúlin og nýggi skúlin í Klaksvík. Næmingarnir kunnu ganga í hesum serstovum í styttri ella longri tíðarskeið, hóskandi til tørvin. Eitt slíkt skúlatilboð kundi, aftrat undirvísing av børnum í skúlaaldri, stíla fyri skeiðum, bæði ætlað lærarum, foreldrum og vaksnum orðblindum og átikið sær leiklutin sum ráðgevi til aðrar lærarar og MMR.
Tann góða gongdin at hjálpa orðblindum og lesiveikum er byrjað, men neyðugt er at seta enn størri ferð á, samskipa tilboðini og ikki minst, seta ítøkilig skúlatilboð til lesiveik í verk í skúlunum.
15. september 2014
Gunvør Balle
tingkvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald