![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Tíðindaskriv:
Árið 2020 gjørdist enn eitt gott ár hjá Vónin samtakinum. ??rslitið fyri Vónin samtakið í 2020var 53,4 mió.kr. í mun til 52,9 mió.kr. í 2019. ??rslitið er eitt vet betur enn undanfarna ár. Sølanfyri samtakið var 511,2 mió.kr í 2020. í mun til 522,4 mió.kr. í 2019. Hóast sølan minkaði frá2019 til 2020, vegna alheimsfarsóttina, Covid-19, megnaði Vónin samtakið at tillaga teirrarakstur, soleiðis at úrslitið bleiv betur enn undanfarna ár. Við ársenda 2020 var eginognin fyriVónin samtakið 308,3 mió.kr. í mun til 275,2 mió.kr.
Umleið 2/3 av samlaðu søluni hjá samtakinum er til kundar uttanfyri Føroyar. Meira enn eintriðingur av samlaðu søluni er til alivinnuna, har ið Vónin samtakið serliga hevur upplivað einvøkstur á skotska marknaðinum.
Vónin samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Íslandi, Danmark, Norra ogLitava. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild í Norðskála til alivinnuna, ein deild íFuglafirði til uppisjóvarvinnuna, og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna.
Felagið í Grønlandi, Qalut Vónin, ið hevur góða staðseting á fýra týðandi havnum, hevur virkaðtil at Vónin er blivin størsti veitari til botn- og rækjutrolsvinnuna á marknaðinum.
Eitt nýmótans framleiðsluvirkið í Litava, við sínum núverandi 10.000 fermetrum og áleið 250starvsfólkum, tryggjar at karmarnir fyri at Vónin kann veita eina álítandi og kappingarføra vøruav hágóðsku til fiski- og alivinnuna um alt Norður Atlantshavið er til staðar.
Fyri at verða slóðbrótandi á marknaðinum hevur Vónin valt at styrkja teirra grundarlag innannýmenning av fiskaútgerð. Vónin hevur keypt donsku menningarfyritøkuna Volu Ventis ApS,ið hevur drúgvar royndir innan aero- og hydrodynamik.
Vónin er eitt av tólv feløgum, ið luttekur í vinnulívsverkætlanini, Burðardygt Vinnulív, sum hevurtil endamál, at menna burðardyggar mannagongdir í føroyska vinnulívinum, og lúka krøvini hjáST um burðardygga menning.
Starvsfólkatalið í samtakinum er umleið 450 starvsfólk við ársenda 2020. 100 av teimumstarvast í Føroyum.
Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk ogsemipelagisk trol, botn-og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr. Til alivinnuna eruveitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking ogumvælingar av nótum osfr. Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.
Hjalmar H. Petersen, stjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald