Í morgin 5. juli er eitt ár gingið síðan spf. Knassar yvirtók Føroya størsta netmiðil portal.fo frá Føroya Tele.
Á ársdegnum kann Niklái Nysted, stjóri á Knassum við nøgdsemi staðfesta, at ætlanin er eydnast, og at tað koyrir sum ætlað við virkseminum á portalinum.
- Orsøkin til at vit kastaðu okkum út í hetta portalvirksemi fyri einum ári síðani var, at vit mettu, at tað hóskaði væl til okkara virksemi annars við at menna skipanir til internetið. Vit sóu, at tað eru nógvir ótroyttir møguleikar at royna, og at Portalurin var eitt gott høvi at royna nýggjar møguleikar.
- Men vit høvdu ikki so nógv skil fyri tí virksemi, sum Portalurin nokk er mest kendur fyri, nevniliga tíðindaflutningi, viðgongur Niklái Nysted.
Varðveittu inntøkustøðið- Tíðindaflutningurin er bara ein partur av virkseminum, sum Portalurin annars hevur at bjóða, slær Knassar-stjórin fast.
Á tíðindasíðuni hevur verið nakað av órógv á Portalinum hetta fyrsta árið.
- Vit vistu væl, at tað fór at taka tíð at finna fram til tann rætta leistin fyri tíðindaflutninginum. Vit hava tí havt fyri neyðini gjøgnum árið at endurskoða og tíðartillaga redaktiónina og søludeildina. Eg havi eina kenslu av, at vi eru við at vera komin upp á pláss á tí økinum nú, sigur Niklái væl nøgdur.
Serliga nøgdur er Niklái um, at tað er eydnast Portalinum at varðveita sama inntøkustøði sum tað hevði meðan Føroya Tele var eigari, og at Portalurin eisini framvegis er nógv tann størsti miðilin á netinum, hóast fleiri eru um boðið.
- Eg eri ikki sørt errin av, at vit hava kunnað varðveitt umsetningin í lýsingasøluni, tí júst her er kappingin hørð, og vit hava hildið stand uttan at fara út í nakað undirbjóðingarkríggj við kappingarneytarnar.
- Vit vita, at netið er framtíðin tá tað kemur til lýsingamarknaðin, og tað er tí við stórum nøgdsemi at vit síggja, at alt fleiri lýsarar koma til okkara tí vit hava eitt gott produkt at bjóða teimum, sigur Niklái Nysted.
Flytir mørkEisini hevur Portalurin verið við til at flyta mørk í føroyska miðlaheiminum. Við treiskni hevur tað eydnast at uppbyggja møguleikan fyri at senda beinleiðis sjónvarp á netinum. Fleiri forðingar skuldu fáast av vegnum áðrenn tað gjørdist ómakaleyst at senda frá fótbóltsdystunum í Effo-deildini, men nú koyrir tað bara.
Tað er eisini av týdning fyri fyritøkuna Knassar, at Portalurin við jøvnum millumbilum hevur betringar og nýggjat møguleikar at bjóða uppá.
Ein av hesum er portalurin til fartelefonir, sum varð latin brúkarunum í gjár.
- Tað hevur tikið eitt sindur av tíð hjá okkum at ment Farportalin, har møguleiki er bæði at lesa tíðindi og brúka aðrar tænastur. Farportalurin verður støðugt mentur, og eg vóni at vit skjótt kunnu kunnu leggja fleiri tænastur út á telefonsíðuna, eitt nú veðrið.
- Fleiri aðrar spennandi ætlanir og nýskapanir eru í stoypiskeiðini, sum vit rokna við at kunna leggja fram fyri okkara brúkarum við jøvnum millumbilum. Jú, hetta er ein spennandi brancha at virka í, staðfestir Niklái Nysted.
Hann er serliga áhugaður í at hoyra frá lesarum og brúkarum hvat tey halda, og heitir tí at fólk um at brúka møguleikan at viðmerkja niðriundir greinini her um tey hava viðmerkingar, góð ráð ella hugskot til hvussu Portalurin kann menna og betra seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald