JN

Einskiljingar av almennum partafeløgum kunnu fíggja eina hægri fólkapensjón

...

2019-02-13 21:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í hesum tíðum, sum helst eru bestu uppgangstíðir í nýggjari tíð, hava vit í Føroyum ein gyltan møguleika at fáa munandi av peningi til framtíðar vælferð við at einskilja almennu partafeløgini. Hetta er ein upplagdur møguleiki at fíggja okkara pensjónistum eina hægri eftirløn.

Hetta vil sitandi vinstravenda samgonga ikki, tó at Fólkaflokkurin herfyri hevði eitt skilagott uppskot um at veita okkara pensjónistum eina væl uppiborna skattafría veiting úr samhaldsfasta. Samgongan hevur í verandi veiting úr samhaldsfasta sett saman eina órættvísa dupultskatting, har bæði løntakarar og pensjónistar verða skattaðir, áðrenn pensjónisturin at enda fær tann allar minsta partin til egna nýtslu. Tað er óskiljandi, at ein vinstravend samgonga, sum ein skuldi trúð, ynskti tað besta fyri okkara pensjónistar, fer soleiðis fram ímóti teimum, sum hava brúkt alt sítt lív at rinda føroyska samfelagnum skatt.

Uppskotið frá Fólkaflokkinum hevði givið vanligum pensjónistum 2.000 kr. skattafrítt meira um mánaðin. Ein væl untur styrkur til eldra ættarliðið, sum hevur henda bata væl uppibornan, eftir at hetta ættarlið hevur lagt lunnar undir tað vælferðarsamfelag, sum vit njóta gott av í dag. Men hetta uppskot bleiv ikki óvæntað felt av sitandi vinstravendu samgongu, sum enn eina ferð hevur prógvað, at hon ikki ynskir at raðfesta okkara pensjónistum eina hægri veiting.

Samgongulimir hava skotið fólkaflokkinum í skógvarnar, at flokkurin onga loysn hevur á, hvussu ein skattalætti til eldra ættarliðið kann fíggjast. Men hetta er eitt ivasamamt uppáhald, sum lættliga kann vísast aftur.

Samtykt er at einskilja Posta, og tað er ein góð byrjan. Men tað almenna átti eftir mínum tykki skjótast møguligt at tikið munagóð stig til at selt út av sínum ognarlutum í bæði 100% almennum partafeløgum og feløgum, har tað almenna av ymiskum orsøkum framvegis eigur minnilutar í. ??ll hesi feløgini sum Posta, Føroya Tele, Atlantic Airways, BankNordik o.fl. hava flest øll í dag ein góðan rakstur, dugnaligar leiðslur og dugnalig starvsfólk. Munandi av kapitali er í Føroyum í dag, og tað eru uttan iva fleiri keyparar her á landi, sum fegnir vildu keypt hesi almennu partafeløgini og rikið tey víðari við góðum inntøkumøguleikum.

Tað er mín leysliga meting, at helst meir enn 1 milliard krónur kann flytast úr almennum partafeløgum næstu árini til m.a. at fíggja eina hægri fólkapensjón og aðra vælferð hjá Føroya fólki. Ein vælferð, sum t.d. eisini kundi gagnað familjum við lág- og miðalinntøkum í formi av einum skattalætta.

Birgir Nielsen

Búskaparfrøðingur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder