JN

Einki grundarlag fyri samráðingum um røktarøkið

...

2014-03-27 21:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Støðan á røktarøkinumer alt annað enn nøktandi, og higartil hava hvørki eykajáttanir ella broytingarí ovastu leiðslu gjørt nakran mun. Spurningurin er, hvussu støðan verður, táøkið verður lagt til kommunurnar.

Tíðindaskriv, 27. mars2014

Um nakar bati skal væntast, so mugu fleiri pengar latastrøktarøkinum, í mun til í dag. Allar útmeldingar benda tó á, at landið villeggja røktarøkið til kommunurnar við í mesta lagi somu pengum, som økið fær ídag, og helst færri pengum.

Harafturat er lógaruppskot farið niðan í tingið, sum í einella annan mun tryggjar starvsfólkið á røktarøkinum í samband við útleggingina.Kommunurnar hava hervið ikki fríar teymar í mun til starvsfólkið, og kunnumøguliga ikki frítt skipa bygnaðin og lúka út í starvsfólki, sum ikki havaneyðugu førleikar at røkja sítt starv.

Hetta er púra óhoyrt. Uppgávan hjá landi og kommunum er atlyfta røktarøkið mótvegis teimum borgarum, sum hava tørv á røkt. Hóast neyðugatlit sjálvandi skulu takast til starvsfólkið í samband viðbygnaðarbroytingina, má tað vera røktin, sum verður sett í miðdepilin.

??tlitini fyri einum bata á røktarøkinum aftaná at kommunurnaryvirtaka hetta, eru tí ikki góð.

Tað er eisini sera ørkymlandi at frætta, at grundarlagið fyriat rokna fíggingina av røktarøkinum ikki er tað sama hjá landi og kommunum.Onki arbeiði er heldur gjørt fyri at staðfesta, hvat røktarstøðið er í dag,hvat tað eigur at vera framyvir, og hvat tað má kosta.

Landið ætlar sær at leggja røktarøkið til kommunurnar og hevurábyrgdina fyri hesum. Tað grundleggjandi arbeiðið hjá landinum í mun til hettatykist tó at vera alt annað enn professionelt og spurningurin er, umkommunurnar longu av hesi orsøk ikki eiga at fara frá samráðingarborðinum nú!

TIGN heitir á Føroya Løgting um at gera broytinar íuppskotinum, sum tryggjar, at endamálið í lógini verður rokkið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder