JN

Eingin jólamaður fyri sjófólk

...

2014-08-26 23:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flestu teirra sum standa á odda fyri tí føroysku fiskivinnuni eru fólk við grundfesti í samfelagnum og áhuga í at menna vinnulívið; hvussu tey vunnu sær veiðirættindi er ein søga um drúgvar royndir, langar tilgongdir og tógvið stríð.


Tey seinastu fáu árini hevur ein frásøgn tikið seg upp í tí almenna rúminum í Føroyum, har róð verður framundir at verandi aktørar í fiskivinnuni ??? kanska serliga uppsisjóvarvinnuni ??? av órøttum hava fingið síni veiðirættindi útlutað í einari korruptari skipan ið byggir á vina- og kenningapolitikk. Ein orsøk til at ein frásøgn sum hendan er sloppin at gera um seg í tíðindamiðlum og politiskum kjaki kann síggjast í tí veruleika at talið á teimum sum arbeiða beinleiðis í fiskivinnuni hevur leingi verið fallandi samstundis sum talið á teimum ið arbeiða innan umsiting og tænastur hevur verið hækkandi. Hetta ger at fleiri og fleiri føroyingar vita hvørki hvussu fiskivinnan er samansett ella hvussu hon virkar.

Hinvegin tykist óbeinleiðis áhugin fyri vinnuni stundum stórur millum umsitarar og akademikarar; trupulleikin er tó ofta at avgerandi detaljur detta burtur í mongum av teimum greiningum sum alment koma fram. Um vit hava fingið eitt vakuum sum lættliga skapar óveruligar ímyndingar og illgitingar um viðurskifti í fiskivinnuni, so er tað óheppið.

Fyri at misskiljingar og óvitan ikki skulu fáa enn betri gróðrarlíkindi eigur helst samskiftið millum fiskivinnuna og restina av samfelagnum at verða styrkt. Men vit skulu minnast til at tey sum standa á odda fyri tí føroysku fiskivinnuni eru yvirhøvur fólk við rótfesti og áhuga í samfelagnum. Talan er ikki um fíggjarbarónar sum sita og spæla sær við milliónir á børsinum og bíða eftir sjóvarfalli til at selja síni aktiv í fiskivinnuni. Tvørtur ímóti, tann mentan sum valdar millum flestu føroysku reiðarar á fiskiskipum er ikki bara kjølfest í nærsamfelagnum; hon er merkt av samhaldsfesti og áhuga fyri medmenniskjum og felagslívi.

Les meira:http://www.fiskivinnan.com/2014/08/eingin-jolamaur-fyri-sjofolk.html


Búi Tyril er ráðgevi í virkissamskifti og ritstjóri á Faroe Business Report. Hann hevur drúgvar royndir við fiskivinnuspurningum út frá vinnuligum og samfelagsligum sjónarmiðum, serliga í tíðinda- og samskiftishøpi. Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder