Vinna

Eingin framleiðsla av Maj í ár

...

2020-07-23 10:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Vit í Dímun, hava glett okkum til at menna eitt nýtt árgangsbryggj av Maj. Vit høvdu tikið støðu til ávísar tillagingar við rótabrygginum, sum vit vóru spent at lata út á marknaðin.

Tó hava umstøður gjørt at hesar ætlanir, verða at bíða til næsta ár.

Okkara starvsbrøður á Okkara skriva soleiðis:

Vegna sera óstøðugar tíðir, bæði í samband við korona og eigaraskiftið, megna vit ikki at arbeiða víðari við Dímunar Mai í 2020. Heilt einfalt er einki pláss í bryggjætlanin í ár, til at vit kunnu menna Mai víðari. Nú framtíðin er fingin uppá pláss vóna og vænta vit, at vit kunnu arbeiða víðari við hesum í 2021.

Vónandi verður møguleiki at menna árgangsbryggið í 2021, soleiðis at vit fáa møguleikan at gera ætlaður tillaginganar við Maj.

Vit á Dímunargarði eru sera fegin um góðu móttøkuna, Maj hevur fingið. Sølan hevur gingið sera væl, og bert fáar fløskur eru eftir á goymslunum.

Maj fæst framvegis í Rúsdrekkasølunum og tax Free á flogvøllinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder