Vinna

Eingin fiskur á Fiskamarknaðinum

...

2013-08-27 19:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag er turt gólv á Fiskamarknaðinum.

Meting um tilfeingið vika 35
Friday, 23 August 2013
Samandráttur:Línuskip: Tvey línuskip er á Flemish Kap, fýra eru undir Íslandi og trý eru undir Føroyum. Skipini á Flemish Kap fiska tosk, men landa neyvan í vikuni. Skipini undir Íslandi fiska mest brosmu og longu, men koma nokk eisini at fiska nakað av toski og hýsu. Tey undir Føroyum fiska á djúpum vatni og fáa mest av brosmu og longu. Eitt línuskip landar mánadagin og seinni í vikuni koma eini 2-3 skip at landa. Nøkur línuskip fara út um vikuskiftið.??tróður. Streymurin verður góður og veðurvánirnar eru eisini góðar, so vit vantað nakað av útróðri. Bátarnir fáa ein blanding av toski og hýsu. Onkur er eisini, sum roynir eftir kalva.Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar svartkalva og upsa. Hann skal landa mánadagin. Restin av djúpvatnstrolarunum fiska makrel.Partrolarar: Tað eru bara trý pør sum fiska á landgrunninum, fáa mest upsa, men fáa tó nakað av longu, tosk, kongafisk og svartkalva sum hjáveiðu. 3 pør fiska gulllaks og 5 pør fiska makrel. Vit vantað at eitt par við upsa landar mánadagin og so verða hinir seinni í vikuniTrolbátar: Tveir fara út um vikuskiftið, fara at partrola eftir upsa. 3 eru norðanfyri og fiska mest tosk og hýsu, landa síðst í vikuni. Tveir fara á landleiðina um vikuskiftið og koma helst at landa síðst í vikuni.Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva mánadagin, fiskarí er vánaligt. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder