2021-06-04 13:48
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Reiðaríið p/f Kinnfelli í Miðvági hevur gjørt av at lata tilsamans 1.000.000 krónur í stuðli til almannagagnligt virksemi í Vágum í ár.
P/f Kinnfelli eigur og rekur uppsjóvarskipið Katrin Jóhonnu, og við stuðlinum heldur reiðaríið lyftið, sum var givið í sambandi við menningarkvotuna, ið er grundarlagið undir rakstrinum av skipinum.
Tað eru tilsamans 30, sum fáa stuðul. Tað eru ítróttarfeløg, mentanarlig feløg, kirkjur og samkomur.
P/f Kinnfelli upplýsir, at ongin avgerð er tikin um, hvør skal hava stuðul fram eftir, og tí kunnu onnur enn tey, sum nú fáa, koma upp á tal næstu ferð, p/f Kinfelli fer at veita stuðul.
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald