JN

Ein maður er blivin sparkaður í nátt

...

2016-06-04 11:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv fólk vóru í býnum í nátt, men løgreglan hevur ikki havt nógv at gjørt. Bæði Mentanarnátt var í Havn og norðoyarstevna í Klaksvík. Løgreglan hevur bara eina hending ídøgnfrágreiðingini.

- Vit fingu eina fráboðan klokkan 05 í morgun um, at ein maður var blivin sparkaður av einum yngri manni. ??rættaði gekk framvið nøkrum ungdómum, sum larmaðu øðiligt, og hann átalaði síðan atferðina hjá hesum ungu. Tað sum hann fekk burturúr var at blíva sparkaður undir síðuna av einum av ungu monnunum í bólkinum, greiðir vakthavandi frá, tað skrivar portal.fo.

Annars upplýsir vakthavandi, at Tórshavn Maraton byrjar í dag klokkan 14, og at fleiri vegir í Havnini í hesum sambandi verða stongdir. Hann sigur víðari, at fyriskipararnir taka sær av trygdarfólkunum, men at løgreglan eisini fer at hjálpa har bilførarar plaga at pressa seg gjøgnum. Eisini fara nøkur løgreglufólk á súkklum runt í Havnini í dag, upplýsir vakthavandi at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder