FSF: Hósmorgunin bórust tungu boðini um, at EB/Streyma- og U21-landsliðsleikarin, Gunnar Zachariassen, hevði latið lív í eini syndarligari arbeiðsvanlukku í Havn hósnáttina.
Í slíkum stundum, tá ið nakað so meiningsleyst hendir, leita okkara tankar fyrst og fremst til tey avvarðandi hjá Gunnari, familjuna, unnustuna, liðfelagar og onnur, ið stóðu honum nær. Hjá tykkum er uttan iva eins og hjá øllum øðrum trupult at skilja, tað ið er hent. Má Harrin styrkja tykkum í hesi sváru tíð.
Gunnar Zachariassen var ein lýsandi stjørna í føroyskum fótbólti, sum tey flestu spáddu eina ógvuliga bjarta fótbóltsframtíð. Hann hevði longu væl og virðiliga gjørt vart við seg á U21-landsliðnum, har hann hevði skorað fýra mál í tólv dystum. Tey flestu mettu tað bara vera ein spurning um tíð, áðrenn hann eisini bleiv boðsendur til at vera við á A-landsliðnum.
Árið í ár var bert triðja árið hjá Gunnar í føroyskum fótbólti. Hann hevur búð tað mesta av sínum barndómi í Danmark, men í 2012 kom hann til Føroya og fór at spæla við B36. Men áðrenn hetta var hann longu knýttur at føroyskum landsliðsfótbólti, tí í 2010 var hann við á U19-landsliðnum, og árið eftir var hann á fyrsta sinni við á U21-landsliðnum bert 19 ára gamal.
Fótbóltssamband Føroya vil við hesum vísa okkara djúpastu samkenslu við tykkum, ið hava mist, og vit vilja við hesum lýsa frið yvir minnið um bóltsnillingin Gunnar Zachariassen.
Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald