Vinna

Ein fantastiska góður fundur í Løkshøll í gjárskvøldi

...

2021-04-22 14:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Símun Gullaksen skrivar á Facebook: Ein fantastiska góður fundur í Løkshøll í gjárskvøldi, har vinnan, politikkarar og onnur áhuga hoyrdu áhugaverdar framløgur og kjak millum politikkarar.


Støðan er álvarslig, ja støðan er katastrofal fyri serliga partrolarar og flakavirkir sum fáast við Upsaveiðu og framleiðslu.

Stjórin hjá Faroe Origin, hevði eina framúrgóða framløgu og lýsing av støðuni, og eg má siga, at støðan er álvarslig.

Ein samanrenning av koronustøðuni og annars ein alt ov stirvin skipan í samband við veiðumøguleikar, hartar hesa vinnuna nú so mikið nógv, at hon snøgt sagt er komin á gravarbakkan.

Tó er upsafiskiskapurin í Føroyum MSC góðkendur, so har er einki at koma eftir.

Eisini komu fleiri góð uppskot frá vinnuni, sum avgjørt eiga at verða tikin til eftirtektar.

Neyðugt er at seta átøk í verk, so hundraðtals árverk og vitan ikki hvørvur í tí grundleggjandi partinum hjá okkara landi, so somuleiðis ein av grundarsteinunum hjá okkara tjóð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder