JN

Eik hevur ongar ætlanir um at áseta kontogjøld

...

2014-01-31 21:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðlýsið skrivar:

Súni Swartz Jacobsen, stjóri í EIK sigur at tey hava ongar ætlanir um at áleggja viðskiftafólkunum kontogjald ella at stongja kassa avgreiðsluna í Klaksvík.

Fyri løtu síðan fingu vit orðið á stjóran í EIK í kjalarvørrinum av fráboðanini frá Banknordik í dag um nýggj avgjøld á kundar har fólk nú skulu rinda eitt gjald fyri at hava konto í bankanum og samstundis boðar bankin frá at teir stongja kassaavgreiðslurnar á Gjyvrum og í Klaksvík.

- Eg kann bara vátta at vit í EIK ongar ætlanir hava at stongja kassaavgreiðsluna í Klaksvík ella áleggja kundum okkara kontogjald, var stutta viðmerkingin.

LES EISINI:

BankNordik vísur eingi fyrilit






Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder