JN

Eik Banki góðar 76 mió. kr. í avlopi

...

2014-08-26 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Virksemið veksur við øktum útlánum og innlánum, og fyri skatt er úrslitið góðar 93 mió. kr.

???Vit eru nøgd við úrslitið, sum er betri enn væntað. Serliga frøast vit um vøkstur í útlánum, hóast hørðu kappingina á marknaðinum???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.

Síðan ársenda 2013 eru útlánini økt við góðum 150 mió kr., úr 4,9 mia. kr. í 5,0 mia. kr. Vøksturin í útlánum er partvís eitt tekin um, at gongdin í samfelagnum er jalig, og at bjartskygni er at hóma hjá flestu vinnugreinum og húsarhaldum. Harafturat er hetta eitt tekin um, at miðvísa arbeiðið hjá Eik at verða fremsta val føroyinga við at bjóða verandi og nýggjum kundum tryggar, góðar og kappingarførar tænastur til fyrimunar fyri øll, hevur borið ávøkst. Eitt nú hevur Eik seinastu tvey árini gingið á odda við rentulækkingum.

Hóast rentulækkingar hava ført við sær eina lækking í inntøkunum hjá bankanum, hevur vaksandi eftirspurningurin av útlánum í ein ávísan mun bøtt um inntøkurnar.

Innlánini økjast eisini framhaldandi og eru nú knappar 6 mia. kr.

Av javnanum tann 30. juni 2014 á 7,4 mia. kr. er eginognin áljóðandi 1,3 mia. kr. og innlán áljóðandi 5,9 mia. kr.

Inntøkuførdar niðurskrivingar

Fyrra hálvár 2014 er ávirkað av einstøkum stórum inntøkuførdum niðurskrivingum. Soleiðis hevur bankin samlað inntøkuført netto 25 mio. kr. av niðurskrivingum og virðisjavnan av yvirtiknum lánum.

Betri útlit fyri árið 2014

Við árslok 2013 metti bankin, at ársúrslitið fyri 2014 fyri skatt fór at vísa eitt avlop millum 60-90 mió. kr. Góða gongdin fyrra hálvár 2014 merkir, at bankin væntar eitt betri ársúrslit enn fyrr mett, t.e. millum 110 og 140 mió. kr. áðrenn skatt.

Hálvárið í stuttum:

??? Avlop á 76,4 mió. kr. eftir skatt

??? Avlop áðrenn skatt er 93,2 mió. kr.

??? ??tlán bankans eru økt til 5,0 mia. kr.

??? Innlán bankans eru økt til 5,9 mia. kr.

??? Inntøkuførdar niðurskrivingar á 25 mió. kr.

??? Gjaldførið omanfyri 2 ferðir lógarkravið

??? Solvensurin við hálvárið er 24,0%.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder