Vinna

Eik Banki góðar 44 mió. kr. í avlopi eftir skatt fyrra hálvár

...

2013-08-22 15:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hálvársroknskapurin hjá Eik Banka vísir eitt avlop upp á 44,6 mió. kr. eftir skatt. Fyri skatt er úrslitið 54,4 mió. kr. Við hálvárið 2013 javnvigar fíggjarstøðan við 7,0 mia. kr., og eginpeningur bankans er 1,2 mia. kr.

???Fyrra hálvár hjá Eik Banka hevur hilnast væl, og Eik roknar við einum avlopi á áleið 60-90 mió. kr. fyri skatt fyri árið 2013???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.

Í stuttum kann nevnast, at:
  • ??rslitið farna tíðarskeið vísir eitt avlop á 44,6 mió. kr.
  • ??rslitið áðrenn skatt er 54,4 mió. kr.
  • ??tlán bankans eru 4,7 mia. kr.
  • Innlán bankans eru 5,5 mia. kr.
  • Niðurskrivingar av útlánum og yvirtiknum ognum eru á 6,7 mió. kr., íroknað 14,3 mió. kr. í
    virðisjavnan
  • Yvirdekningur í mun til lógarkravda gjaldførið á 222,8%
  • Solvensurin við hálvárið er 23,3%, móti einum tørvi á 11,2%
??tlánini eru 4,7 mia. kr., sum er eitt vet lægri enn við ársenda 2012. Innlán bankans økjast framhaldandi og eru tann 30. juni 2013 á leið 10 mió. kr. hægri enn við árslok 2012, um hædd verður tikin fyri láninum við statsveðhaldi á umleið 1 mia. kr., sum bankin rindaði aftur í februar 2013.
Av javnanum tann 30. juni 2013 á 7,0 mia. kr. er eginognin áljóðandi 1,2 mia. kr. og innlán áljóðandi 5,5 mia. kr. Bankin fíggjar soleiðis útlán við eginpeningi og innlánum í samsvari við yvirskipaða málsetningin hjá bankanum.
Solvensurin er 23,3% og likviditeturin áleið fýra ferðir lógarkravda minstamarkið. Sostatt eru bæði solvensur og likviditetur hjá bankanum góðir.
Góða og skjóta tænastu til allar okkara kundar til kappingarførar prísir
Eik hevur lækkað bústaðarrentuna í tveimum umførum fyrra hálvár 2013. Fyrru ferð 15. mai 2013 lækkaði Eik lægstu sethúsarentuna niður í 4%, og við virknaði frá 1. august 2013 hevur Eik aftur lækkað lægstu sethúsarentuna, hesa ferð niður í 3,75%. Umframt hetta er bidragið á realkredittlánum lækkað niður í 1,7%, og fleiri av tænastum bankans eru ókeypis.
Bygnaður og útreiðslustøði bankans eru eisini tillagað virksemið, og verður stórur dentur lagdur á at veita øllum kundum eina góða og skjóta tænastu til kappingarførar prísir.
Eik Banki arbeiðir miðvíst við at vinna ein størri part av føroyska marknaðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder