Politikkur

Eiga at royna nýggjar leiðir við at útveita SSL

...

2014-01-24 16:03 Author image
placeholder

Ferðafólkaflutingur kann eins væl ella helst betur greiðast av tí privata

Vit hava roynt almennan ferðafólkafluting í mong ár, men nú er tíðin komin at royna annað enn almenna reiðaríið Strandfaraskip landsins.

Tíðin er komin at royna at útveita allan flutning av ferðafólki og farmi. Vit eiga fleiri privat reiðarí, sum kunnu taka á seg hesa tænastu, og eiga tey nú at sleppa at royna seg.

Privata vinnan klárar munandi skjótari at laga seg til broyttar umstøður, og er privata vinnan munandi meira flesibul og kreativ, tá umræður at finna nýggjar og betri vinnumøguleikar. Vit eiga at bjóða ferðaflutning út til privatar at royna fyri fimm ár í senn.

Atlantsflog er eitt alment privat partafelag, sum er sera nógv ment seinastu árini. Við vøkstri og menning seinastu árini hevur flogfelagið megnað at laga seg til marknaðin í samsvari við broyttar umstøður og marknaðir.

Mykinesleiðin er ferfaldað síðani útbjóðingina og virkar væl.

Mín vón er, at vinnumálaráðharrin veruliga kannar henda møguleika, áðrenn hann endaliga tekur støðu til, hvussu ferðafólka- og farmaflutningur ímillum oggjarnar skal skipast í framtíðini.

Rodmundur Nielsen, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder