JN

Eftirlýsti maðurin úr Arrestini í Mjørkadali er funnin

...

2017-04-20 08:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Umleið kl. 08:20 boðaði ein løgreglueind frá, at við hjálp frá lokalum borgarum, høvdu teir handtikið tann eftirlýsta persónin í Kaldbak. Maðurin var væl fyri, eftir at hava søkt sær skjól í einum fjósi í nátt. Hann verður nú avhoyrdur á politistøðini í Havn.

Talan er um ein 37- ára gamlan mann ið er dømdur fyri vápnað heimarán í Danmark. Í eini roynd er maðurin sendur til Føroyar, har ætlanin var at hann skuldi sita í Varðhaldinum í nakrar mánaðir.

Tað var í gjár umleið kl. 17:15, at løgreglan fekk boðini frá Arrestini í Mjørkadali um, at ein fangi var rýmdur. Løgreglan setti eina leiting í verk stutt eftir, og leitað hevur veri við m.a. hjálp frá servandum løgregluhundum í umráðnum við Mjørkadal, Kaldbaksbotn og í haganum eysturmóti Kaldbak. Leitingin bleiv steðga umleið kl. 23 í gjárkvøldið, og var hildi áfram í lísingini í morgun.

Løgreglan takkar fyri áhugan og hjálpina ið var veitt fyri at finna tann eftirlýsta mannin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder