JN

Eftirlýsing: Hevur tú sæð nakað?

...

2019-08-26 20:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við stuldur av ryggsekki frá persóni á gongubreytini á vegamótinum R.C. Effersøesgøtu/-Gripsvegur í Tórshavn 27. juli 2019, umleið kl. 03.00, sóknast politiið eftir møguligum vitnum til tilburðin.

Brotsmaðurin verður lýstur soleiðis:

  • Maður
  • ljósur í húðini
  • millum 30 og 35 ár
  • Umleið 175 høgur
  • vanligur av bygningi
  • breitt andlit
  • stutta pannu
  • breiðar herðar
  • ramligur
  • myrkt, stutt hár
  • skeggstubbar,
  • ílatin gráa blusu ella t-shirt og
  • 3/4 gráar joggingbugsur við grønum liti niðast.

mynd av ryggsekki

Um tú kennist við brotsmannin út frá lýsingini, tekningini ella hevur sæð ryggsekkin, verður tú vinarliga biðin um at venda tær til politiið

Samband við politiið:

Teldupostur: [email protected]

Telefon:114

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder