Eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum er eitt vet undir miðalið fyri OECD londini og Føroyar liggja sostatt ikki millum tey londini, ið hava hægstu eftirlønaruppsparingarnar.
Eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum svarar til nærum 47% av BT?? tilsamans i 2019, sí mynd 1. Tað er eitt vet undir miðalið fyri OECD londini, sum víst eru í myndini. Føroyar liggja sostatt ikki millum tey lond, ið hava hægstu eftirlønaruppsparingarnar; eitt nú var privata eftirlønaruppsparingin hjá donsku húsarhaldunum 220% av danska BT?? í 2019.
Í 2020 var eftirlønaruppsparingin hjá føroyingunum í føroysku fíggjarstovnunum umleið 8 mia. kr. Av hesum er umleið helvtin longu skattað við inngjald, meðan hin helvtin verður skattað við útgjald. Harafturat eiga summir føroyingar eina privata eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum. Størsti parturin av eftirlønaruppsparingini í føroysku fíggjarstovnunum liggur í føroysku tryggingar- og pensjónsfeløgunum, meðan umleið ein fjórðingur stendur á eftirlønarkonti hjá fólki í føroysku bankunum.
Mynd 1. Eftirlønaruppsparing í % av BT??, 2019
Kelda: OECD (2019 ella seinast uppgjørda árið). Føroysk tøl eru frá 2019, kelda: Landsbanki Føroya.
Føroysku mannfólkini hava samanlagt eina størri eftirlønaruppsparing, enn kvinnurnar. Hetta kemur millum annað av, at mannfólkini eru fleiri í tali í mun til kvinnurnar í Føroyum. Í miðal høvdu tey 40 ára gomlu eina eftirlønaruppsparing á 175.000 kr. í 2020, meðan tey 50 ára gomlu høvdu eina eftirlønaruppsparing á 330.000 kr. í miðal, og tey 60 ára gomlu 450.000 kr. í miðal í føroysku fíggjarstovnunum í 2020.
Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri fyrsta ársfjórðing 2021.Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald