2013-11-04 18:34
Hin 1. januar 2014 verður tað eitt krav, at 1 % av øllum lønum verður flutt til eftirløn. Hetta prosentið hækkar síðan við einum prosenti um árið upp til 15 % í 2028.
Stórur partur av løntakarunum á privata arbeiðsmarknaðinum hava longu eitt sáttmálatryggja inngjald til eftirløn, sum er hægri enn 1 %, so í mun til hesi verður ikki nøkur størri broyting. Tó eru aðrir partar av løntakarunum, sum ikki eru fevndir av nøkrum sáttmála, og tí er eftirlønarinngjald ikki tryggja á henda hátt.
Nýggja lógin um kravda eftirløn fer at seta krøv til arbeiðsgevararnar í sambandi við at lønir verða fluttar, av tí at lønirnar ikki sleppa ígjøgnum afturhaldsskipanina, um eftirløn ikki verður flutt.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fer tí at kunna sínar limir beinleiðis um broytingarnar. Harafturat verður hin 20. november skipað fyri einum kunningartiltakið fyri fyritøkum, sum eru limir í einum av feløgunum í Vinnuhúsinum.
Til ber eisini at lesa meira á heimasíðuni hjá TAKS www.taks.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald