2014-05-19 04:36
LV:
H??VUÐSEFTIRLIT: Í árunum fram til 2011 varð Brúgvin um Streymin høvuðsumvæld, og er nú sum nýggj. Í sambandi við høvuðsumvælingina er gjørd serstøk gongubrúgv, sum er fest í norðaru brúgvasíðu. Í komandi viku fer fram høvuðseftirlit av brúnni, sum fer at merkja ferðsluna nakað.
Longsta brúgv í Føroyum, Brúgvin um Streymin, rundaði seinasta heyst 40 ár. Fyri nøkrum árum síðani varð farið undir at høvuðsumvæla brúnna, og hetta arbeiðið var liðugt í 2011.
Nú er tíðin so komin til at gera eitt høvuðseftirlit av brúnni, og hetta arbeiðið fer fram í næstu viku. Brúgvin verður ikki stongd, men eftirlitið fer at merkja ferðsluna nakað, eftirsum vegbreytirnar verða smalkaðar eitt sindur, tí neyðugt er at hava ein bil við lyft á brúnni í sambandi við eftirlitsarbeiðið.
Arbeiðið fer fram í komandi viku frá mánadegi 19. til fríggjadagin 23. mai. Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald