2014-09-30 03:31

Í dag hava sandavágsmenn verið eftir veðrum í Vestaruskor, sum liggur nakað vestur frá Slættanestanga.
Dagurin var góður, tó var nakað tøssut í skorini eftir nógvu vætuna, sum hevur verið seinastu dagarnar.
Tá ið vit komu inn í skorina manglaðu 3 seyðir og ein fór fyri bakka, so vit fingu 12 seyðir aftur av teimum 16, sum vórðu sleptir í vár. Sí myndir frá tá ið vit sleptu, við at trýsta her.
Veðrarnir vóru prúðir.
Tað var brim á Slættanesi, so vit fóru til gongu úr miðvágssíðuni og komu heim aftur sama veg - nógv gongd - skritteljarin vísti góð 39.000 skritt.
Jóanis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald