JN

EFTA tætt uppá fríhandilsavtalu við India

...

2014-01-29 19:50 Author image
placeholder

 Samráðingarnar millum EFTA og India um eina fríhandilsavtalu er nú um at vera lidnar.

Væntað verður, at tað eydnast pørtunum at koma á mál, og um so verður, gevur hetta EFTA-londunum atgongd til ein marknað við 1,2 milliardir fólkum, harav uml. 100-150 mió. eru í mest áhugaverda segmentinum við bestu keypiorkuni.

EFTA er ein fríhandilsfelagskapur, har Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein eru limir. EFTA hevur í løtuni 25 fríhandilsavtalur, sum fevna um 36 ymisk lond, umframt EBS-avtaluna, sum fevnir um EFTA-londini og tey 28 ES-londini.

Kelda: nrk.no og Vinnuhúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder