JN

Effodeildin á rull hálvan mars

...

2014-01-22 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Landskappingin í Effodeildini fyri komandi kappingarár er nú klár. Fyrsta umfar verður spælt 15. og 16. mars

Nú er greitt, hvussu kappingin í Effodeildini verður spæld í 2014, og aftur komandi ár verður talan um eina drúgva kapping, sum byrjar hálvan mars og endar seinast í oktober mánaða.

Spælast skulu 27 landskappingardystir, ein Stórsteypadystur, seks dystir í kappingini um Løgmanssteypið, umframt at A-landsliðið skal spæla fýra EM-undankappingardystir, ið allir verða í heyst.

Meistararnir byrja við Margáir
Í samráð við feløgini hevur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at Stórsteypadysturin, sum í ár verður millum HB og Víking, verður spældur í Havn sunnudagin 9. mars. 

Og eina viku seinni, vikuskiftið 15. og 16. mars er fyrsta umfar í Effodeildini á skránni. Leygardagin 15. mars spæla B36-Skála, EB/Streymur-HB, og Víkingur-AB, og sunnudagin 16. mars spæla NSÍ og B68 við Løkin í Runavík, og í Fuglafirði teur ÍF ímóti KÍ.

B68 og KÍ á ólavsøku
Seinastu árini eru landskappingardystir spældir á ólavsøku, og soleiðis verður eisini ár, tá 16. umfar í Effodeildini 2014 skal spælast.

Fyrsti ólavsøkudysturin verður tó spældur á Argjum 27. juli, tá AB fær vitjan av EB/Streymi, og sama dag spæla ÍF og Skála í Fuglafirði, meðan NSÍ fær vitjan av Víkingi. ??lavsøkuaftan tekur HB ímóti B68, meðan B36 og KÍ møtast í Gundadali ??lavsøkudag.

Seinasta umfar í Effodeildini verður spælt leygardagin 25. oktober, og tá verður spælt soleiðis:
EB/Streymur - KÍ
NSÍ - ÍF
B36 - HB
Víkingur - B68
AB - Skála

??ll leikskráin sæst HER

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder