Vinna

Effo og Vindrøkt hava vunnið útboðið um vindmyllulund á Gellingarkletti

...

2021-04-08 15:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Effo og Vindrøkt handaðu herfyri eina umsókn til Orku um el-framleiðslu á Gellingarkletti 29. mars.

Umhvørvisstovan hevur í dag, 08. apríl góðkent umsóknina hjá Effo og Vindrøkt um at seta 6 vindmyllur av slagnum Vestas V117 - 4.2MW upp á Gellingarkletti.

Nýggja vindmyllulundin fer at framleiða orku svarandi til El-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum, og svarar hetta til uml. 26% av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum.

Samlaði framleiðslumátturin er 25, 2 MW og kann vindmyllulundin væntandi framleiða 100GWT árliga.

Vindmyllurnar væntast at verða settar upp longu í heyst og vindmyllulundin vera í rakstri og framleiða grøna orku í november 2021.

Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt fegnast um at felagið vann útboðið. ???Hetta er eitt risa fet fyri Føroyar á grønu kósini, tí hetta svarar til eina oljusparing á uml. 19.000 tons av olju.???

Stjórin í Effo, Janus Thomsen, fegnast somuleiðis um tíðindini í dag.

???Sum orkufelag ynskja vit at viðvirka til at føra Føroyar fram á grøni leiðini, og harvið minka um okkara veðurlags- og umhvørvisárin.??? Tí fegnast vit um at hava vunnið útboðið, og eru sera spent uppá at fara í gongd við verkætlanina. Endamálið hjá okkum er at veita føroyska samfelagnum orku, so hetta er eitt stórt stig á røttu leiðini??? sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.

Nøkur fakta um Vindrøkt og Effo:

§ Vindrøkt vóru teir fyrstu sum 2003 settu vindmyllur upp í Føroyum á vinnuligum grundarlagi.

§ Verandi vindmyllulund á Mýrunum í Vestmanna, framleiðir orku svarandi til nýtsluna hjá uml. 1.250 sethúsum.

§ Effo hevur sín upprunað frá Trappubrøðrunum, ið fingu umboð uppá D.D.P.A (Det Danske Petroleums Aktieselskab) í 1918.

§ Kom á føroyskar hendur tá felagið bleiv keypt frá Statoil í 2007. Sostatt eru tað føroyingar, ið eiga 100% av felagnum í dag.

§ Fekk navnið ???Effo??? í 2009, ið sipar til heitið Føroya Orkufelag.

§ P/F Effo og Sp/F Røkt eiga 50% hvør í Vindrøkt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder