Ítróttur

Effo og FSF longt við trimum árum

...

2014-02-14 17:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Besta fótbóltsdeildin hjá monnum fer næstu árini framhaldandi at eita Effodeildin. Sáttmálin er longdur til 2017

Hóast eitt ár er eftir av verandi sáttmála millum Fótbóltssamband Føroya og Orkufelagið EFFO, hava partarnir í dag longt sáttmálan við trimum árum, so hesin nú er galdandi til 2017. Sostatt fer fremsta fótbóltsdeildin hjá monnum at eita EFFO-deildin komandi fýra árini.

- Tað var við stórum spenningi, at vit fyri tveimum árum síðani fóru í samstarv við FSF, og hesi fyrstu tvey árini hevur samstarvið verið fyrimyndarligt. At fremstu fótbóltsleikararnir í Føroyum spæla undir brandinum hjá Effo, er ein stórur heiður. Fyri okkum stendur FSF sum ein visionerur og vælvirkandi felagsskapur, tískil er tað kveikjandi, at vit kunnu identifisera okkara felag við hetta ídni, sigur Niels Juel Nattestad, stjóri í Effo.

Effo, sum er eitt føroyskt orkufelag, veitir orku og tilhoyrandi tænastur til húsarhald, stovnar og vinnulív í Føroyum. Harafturat eigur felagið allar Fast-handlarnar kring landið umframt stóra oljuterminalin í Fuglafirði, Effo Bunkers, har skip úr øllum heiminum bunkra. Í dag arbeiða umleið 200 starvsfólk undir Effo-merkinum.

- Vit gleða okkum til framhaldandi samstarv við Fótbóltssamband Føroya, og at henda avtala kann verða við til at geva íkast til støðufesti hjá okkara bestu fótbóltsleikarum, frøast vit um. Somuleiðis vil eg nýta høvi at ynskja øllum feløgum og fótbóltsáhugaðum eitt gott kappingarár 2014 og komandi árini í Effodeildini, sigur Niels Juel Nattestad at enda.

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, fegnast eisini um avtaluna, ið Fótbóltssamband Føroya hevur við EFFO.

- Við hesum hava vit tryggjað okkum eina stuðulsavtalu til 2017, og samstundis fegnast vit um góða samstarvið, ið vit hava havt og væntandi framhaldandi fara at hava við Effo. Avtalan tryggjar somuleiðis, at øll feløg í Effodeildini fáa ein eyka stuðul hvørt ár næstu fýra árini, og tað kunnu vit bara gleðast yvir, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari.

Fyrstu dystir í Effodeildini 2014 verða leygardagin 15. mars, tá B36 og Skála møtast í Havn, og EB/Streymur og HB spæla við Margáir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder