2017-11-03 22:02
EB/Streymur hevur í kvøld gjørt sáttmála við okkara Gestur Bogason Dam.
Gestur er uppvaksin í EB/Streymi, og hann hevur frá ungum árum víst, at hann er ein góður spælari.
Í samband við at hann fór til Havnar at ganga í skúla skifti hann til B36 í 2014, har hann hevur spælt síðani. Í 2014 spældi hann á 1.- og 2. deildarliðnum, men longu árið eftir spældi hann fleiri dystir á Effoliðnu. Í 2016 og 2017 hevur hann verið fastur á Effoliðnum hjá B36.
Men nú kemur Gestur so heim aftur til EB/Streym, nú hann hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við felagi.
Vit ynskja Gesti góða eydnu komandi kappingarár!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald