Áhaldandi útsynningur í fýra vikur í juli elvdi til ringasta mjørka á flogvøllinum í Vágum, sum
fólk vita um. Framkomna tøknin á Airbus-flogførunum og longdi flogvøllurin hjálptu upp á
støðuna, men 18 ferðir máttu flogfør venda við, 36 ferðir vórðu flogfør avlýst, og um 70 flogfør
aftrat vórðu seinkað meira enn tveir tímar. Hetta kostaði Atlantic Airways millum 7,5 og 8,5
mió. kr.
Longu frá fyrsta skúlafrídegnum, 28. juni, legði mjørkaveðrið trýst á reglusemið í flúgvingini, og
burtursæð frá einstøkum andarholum helt mjørkin fram at órógva flogferðsluna heilt til 24 juli.
Avbjóðingin gjørdist uppaftur størri av, at Atlantic Airways ongantíð áður hevur flutt so nógv fólk
um flogvøllin í Vágum ein einstakan mánað sum júst í juli í ár, tilsamans 32.000 ferðafólk.
Felagið hevur gjørt upp, at fleiri enn 5.000 ferðafólk lógu veðurføst við teimum 54 flogførunum,
sum vendu við ella vórðu avlýst, og onnur 7.000 fólk vórðu seinkað meira enn tveir tímar.
Kostnaðurin fyri avlýsingarnar og seinkingarnar var millum 7,5 og 8,5 mió. kr. Felagið rindaði
bæði fyri túsundtals gistingar, mat, brennievni, avgreiðslur á flogvøllum og eyka arbeiðstímar.
???Vit harmast um seinkingarnar, men fegnast um, at til bar at halda ferðsluni gangandi og rudda
upp so hvørt, sum skáar vóru. Ferðafólkini vóru sum heild tolin, og okkara starvsfólk stríddust
manniliga hesar vikurnar,??? sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Airbus-flogførini hjá Atlantic Airways eru útgjørd við framkomnastu navigatiónsútgerðini, sum
finst í flogførum, teirri sonevndu RNP AR-tøknini. Hon gjørdi stóran mun, men stóð ikki altíð
mjørkanum kurl.
Felagið fegnast um, at nýggja tøknin og longdi flogvøllurin hava skapt betri og tryggari karmar
kring flogvøllin í Vágum, men ásannast má, at sjálvt hesi átøk vinna ikki altíð á veðrinum.
???Okkara eftirmeting vísir, at vóru Airbus-flogførini ikki útgjørd við RNP AR-tøknini, høvdu 18-20
flogfør aftrat verið vend við, og so hevði neyvan borið til at ruddað so væl upp, sum vit gjørdu,???
sigur Sámal Danielsen, flogovasti.
Ein stór avbjóðing, tá veðrið ikki er til vildar á hásumri, er, at trupult er at fáa nøktandi tænastu á
flogvøllum aðrastaðni, og at hotellkømur ofta ikki eru tøk til veðurføstu ferðafólkini.
???Vit ynkja okkum neyvari vitan og forsagnir um veður og vind á flogvøllinum í Vágum, tí tað hevði
hjálpt upp á reglusemið. Eisini mæla vit til, at úrtíðargjøld fyri upplating av flogvøllinum verða
sett úr gildi, tá veðrið er orsøk til seinkingar,??? sigur Magni Arge.
Atlantic Airways hevur í dag kunnað partabrævamarknaðin um eykakostnaðirnar av
avlýsingunum og seinkingunum í juli og fer at leggja fram hálvársroknskap 21. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald